Her er avloysarin hjá Sir Alex

Tað verður eftir øllum at døma David Moyes, ið avloysur Sir Alex Ferguson sum venjara hjá Manchester United.

 

Líka síðani tað bleiv kunngjørt, at Sir Alex Ferguson leggur frá sær sum venjari hjá Manchester United, hava tveir venjarar verið settir í samband við starvið hjá fráfarandi venjaranum. Teir eru David Moyes hjá Everton, og Real Madrid venjarin, José Mourinho.

 

Tað ljóðar nú úr bretskum miðlum, at David Moyes er favorittur at gerast nýggjur venjari hjá enska meistaraliðnum. Hann er eins og Sir Alex Ferguson skoti. Hann hevur verið venjari hjá Everton í 11 ár og er 50 ára gamal.

 

Sambært The Times verður David Moyes kunngjørdur sum nýggjur venjari hjá Manchester United ein av komandi døgunum.