Nógv bendir á, at tað verður Ole Gunnar Solskjær, ið skal avloysa José Mourinho restina av kappingarárinum sum venjari hjá Manchester United. Felagið hevur kunngjørt, at ein fyribils venjari skal setast til endan av hesum kappingarárinum.
Les eisini: José Mourinho koyrdur
Fleiri av bretsku fjølmiðlunum skriva nú, at valið er fallið á 45 ára gamla normannin Ole Gunnar Solskjær. Hann er í dag venjari hjá Molde, sum hevur Sonna Ragnar Nattestad á lønarlistanum. Ole Gunnar Solskjær hevur verið venjari hjá næstbesta liðnum hjá Manchester United í tvey ár, umframt at hann eisini í eitt stutt tíðarskeið var venjari hjá Cardiff, sum tá var í Premier League.
Les eisini: Hesin tekur yvir fyribils
Hartil skrivar Sky Sports, at Manchester United av óvart hevur kunngjørt hetta á heimasíðuni, við bæði teksti og sjónbandabrotum av onkrum av hansara málum fyri felagið sum spælari. Hetta kann verða miðladeildin, sum fyrireikar seg, men ongin ivi tykist verða um, at Ole Gunnar er upp á tal í United.
Les eisini: 200 milliónir í lumman
Ole Gunnar Solskjær er væl lýddur í Manchester United. Hann spældi í felagnum frá 1997 til 2006. Hann fekk eyðkenni “Super Sub”, tí hann megnaði so oftani at skjóta mál, eftir at hann bleiv skiftur inn.