Her er ársins virki í Føroyum í ár

Ársins virki brýtur slóð í føroyskum vinnulívi

Tað er Skansi Offshore  sum er ársins virki í Føroyum í ár.

Tað var avdúkað á vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag.

 

- Tað krevur nakað heilt serligt at veita oljuvinnuni tænastur – uttan at hava olju

Tað segði Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, tá ið hon las grundgevingarnar fyri at lata Skansanum Offshore heiðurin sum ársins virki.

 

Les eisini: Her er ársins átak í Føroyum

 

Krøvini eru hørð, men tey klárar felagið at lúka. Og samstundis hevur felagið lagt dent á at seta føroyingar í starv, og at senda manningr á skeiði í Føroyum. Samstundis er alt fyrisitingarligt arbeiði í Føroyum, og alt tað mennir okkara egnu førleikar.

Skansi Offshore virkar í Noregi, men hevur eisini virkað í Afrika.

Hóast Skansi Offshore hevur gjørt íløgur fyri 1,5 milliard, hevur felagið megnað at fáa avlop.

 

Síggj fleiri myndir frá vinnudegnum, við at trýsta HER

 

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansanum Offshore, sigur, at hann hevur ongantíð ivast í, at vit hava førleikar til frálandavinnuni og hann tekur hetta sum eitt herðaklapp.

 

Á myndini er tað og Jens Meinhard Rasmussen, sum er stjóri í Skansanum Offshore, saman við Tummas Justinussen, sum tekur ímóti heiðrinum. Tað er Tummas, sum tekur í hondina á Bergi Poulsen, formanni í Arbeiðsgevarafelagnum og Marita Rasmussen, stjóri í Vnnuhúsinum, hyggur at

 

Tey, sum vilja vita meiri um Skansan Offshore, kunnu hyggja her