Her endurvinnur B36 FM

Video: Síggj samandrátt frá dystinum millum B36 og TB her

 

B36 endurvann í dag Føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. B36 greiddi sína skyldu á heimavølli móti TB, meðan NSÍ á øðrum plássi spældi javnt í sínum dysti, sum viðførir at B36 longu nú er Føroyameistari í 2015, hóast at trý umfør eru eftir at leika.

 

B36 vann ein 2-1 sigur á TB, har Høgni Eysturoy og Hanus Thorleifsson skutu málini fyri B36.

 

Við at trýsta á pílin omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.