Í dag kunngjørdi AaB, at sáttmálin við Hall Hansson er ógildaður og tað stendur landsliðsmiðvallaranum frítt at skifta. Hallur sigur við heimsíðuna, at hann vendur aftur til føroyskan fótbólt.
In.fo hevur í kvøld fingið ábendingar um, at B36 er favorittur at fáa landsliðsspælaran. Sosialurin skrivaði mánadagin, at Hallur Hansson hevur fýra føroyskar møguleikar. Teir eru Víkingur, EB/Streymur, HB og so B36.
B36 hevur í eina tíð leitað eftir einum avloysara fyri Súna Olsen. Byrjað varð við Rógva Joensen í TB, men har komu feløgini ikki ásamt um ein prís. Líkt er tó til, at B36 er sinnað er strekkja seg langt fyri at fáa Hall Hansson í hópin.
Sum skilst hevur HB meldað seg úr stríðnum. Teir hava fingið René Shaki Joensen og Poul Ingason í hópin, og eru ikki sinnaðir at brúka fleiri pengar. Støðan hjá EB/Streymi er ógreið, eftir at teir fingu Høgna Madsen í hópin. Sundalagsmenn hava leitað eftir einum miðvallara. Hann hava teir nú fingið, so tað er heldur ósannlíkt at teir eisini fáa Hall Hansson.
So er tað Víkingur, sum heilt greitt ynskir at fáa Hall í hópin, og tykjast hava eina greiða ætlan við honum og liðnum fyri komandi kappingarár. Víkingur tykist í løtuni hava eitt sindur av fíggjarligari orku at spæla, men í løtuni tykjast vónirnar ikki so góðar at fáa landsliðsspælaran.
Fyribils er B36 verða favorittur, meðan Víkingur rennur aftaná. HB hevur meldað seg úr, meðan tað er ógreitt hvat EB/Streymur ger.
Í morgin verður VVF-Cup í Gundadali, har øll liðini í Effodeildini eru við. Møguliga verður meiri at frætta úr Gundadali í morgin.