Hóast nýggjar tíðir við talgiltum samskifti umvegis teldur, teldlar og telefonir verða túsundtals brøv framvegis send til jólamannin við postinum.
Tað hevur verið eitt sindur av stríði um, hvar jólamaðurin skal búgva, og grønlendingar hava roynt at gjørt krav upp á bústaðin hjá honum.
Í ár eru umleið 5000 brøv send til jólamannin í Grønlandi, og øll hesi brøv verða latin skúlanum Atuarfik Edvard Kruse í Ummannaq, har næmingar í 9. flokki hjálpa jólamanninum at svara.
Hetta skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.
Ynskini til jólamannin eru mong og ymisk. Nógv brøv koma úr Fjareystri, og teirra millum er lesandi, ið ynskja sær eina góða útbúgving ella ein maka og gott arbeiði.
Flestøll brøvini, sum verða send til jólamannin í Grønlandi, fáa svar.