Tann 19 ára gamla kvinnan hevði bjóðað teimum níggju børnunum heim til sín at eta. Kvinnan var lærari í meksikanska býnum Cárdenas, og tey níggju børnini, átta gentur og ein drongur, vóru millum trý og seks ára gomul. Men á vegnum rendi kvinnan í eina kanal. Tá løgreglan kom á staðið, var bara lærarin á lívi. Hon dugdi ikki at siga, hvat var hent. Hon hevði bara bjóðað børnunum heim til sín, tí tey høvdu spurt hana so ofta. (Mynd: AP)