Her doyðu 98 fólk

Andaligi leiðarin hjá muslimunum í Nigeria var við flogfarinum, sum datt niður í gjár.


104 fólk vóru í flogfarinum, sum datt niður, beint eftir at tað var farið á flog úr høvuðsstaðnum Aduja. Í gjárkvøldið ljóðaði, at øll høvdu latið lív, men í morgun søgdu myndugleikarnir, at seks fólk vóru sloppin frá vanlukkuni á lívi.

Bjargingarliðini siga, at flogfarið fór í smildur, tá tað datt niður tríggjar kilometrar frá flogvøllinum í Aduja, og Olusegun Obasanjo, forseti, hevur givið boð um at kanna, hví flogfarið datt niður. Nigeriska flogfelagið ADC Airlines áttu flogfarið.

Millum ferðafólkini í vanlukkuflogfarinum var andaligi leiðarin hjá teimum umleið 70 muslimunum í Nigeria, Mohammado Maccido. Fleiri politikarar, teirra millum ein sonur andaliga leiðaran, og nakrir senatorar vóru eisini í flogfarinum, og sum skilst lótu allir lív.

Hetta er triðja flogvanlukkan í Nigeria tað seinasta árið og onnur flogvanlukkan í heyst. Herfyri doyðu 14 heryvirmenn, tá flogfar teirra rendi á eitt fjall í Benue-landspartinum.