Her byggir Bakkafrost heimsins størstu smoltstøð

Arbeiðið við at gera tað, sum Articon nevnir heimsins størstu smoltstøð, letur til at ganga væl. Talan er um smoltstøðina, sum Bakkafrost letur byggja á Strond í Klaksvík.

 

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur, at talan er um eina íløgu á tilsaman millum 600 og 700 milliónir krónur. Væntandi verður smoltstøðin klár at taka í nýtslu við ársenda 2018 ella fyrst í 2019.

- Hatta er ein stór verkætlan, so vit eru ikki komnir so øgiliga langt enn. Tað, sum sæst á myndunum nú, er betongarbeiðið til biofiltrini undir kørunum, sigur Regin Jacobsen.

 

Hann greiðir frá, at í hesum biofiltrunum skal vatnið frá smoltkørunum reinsast.

- Vit endurnýta 99,4 prosent av øllum vatninum, og nú eru vit so í ferð við at stoypa kørini til reinsiverkið. Áðrenn tað hava vit lagt kilometravís av rørum niður í jørðina, sigur hann.

 

Orsøkin til, at Bakkafrost ger hesa risa íløguna í eina smoltstøð á Strond í Klaksvík, er ynski um at fáa enn størri smolt.

 

Felagið ynskir at økja nógv um støddina á smolti. Ætlanin er, at Bakkafrost skal framleiða 14 milliónir smolt um árið, við eini miðalvekt á 500 gramm. Fyri at røkka hesum málinum, hevur Bakakforst longu gjørt stórar útbyggingar á smoltstøðunum á Norðtoftum og á Viðareiði, og nú verður ein nýggj smoltstøð bygd á Strond.

 

Við at hava smoltið longri á landi, styttir felagið um vakstrartíðina hjá laskinum í sjónum og tí eisini um vandan fyri, at laksurin verður fongdur av lús ella sjúku.

 

Tá arbeiðið at byggja nýggja smoltstøð á Strond bleiv kunngjørt, varð sagt, at talan helst var um størstu vinnuverkætlan í søgu Klaksvíkar.

 

Væntandi verður arbeiðið liðugt næsta ár. Articon, er høvuðsarbeiðstakari, men aðrar fyritøkur taka eisini lut. Nýggja smoltstøðin verður 20.000 m2 til víddar.  Grundøkið er 71.546 m2 til víddar. Framleiðsluorkan verður 28.960 m3 og tað svarar til eina árliga framleiðslu upp á 7 milliónir smolt á 500 gramm. 

 

Umframt smoltstøðina byggir Bakkafrost eisini eitt neyðstreymsanlegg, sum, sambært Regini Jacobsen, verður fleiri ferðir so stórt sum streymverkið hjá SEV í Norðoyggjum. Harumframt byggir felagið eisini eitt stórt slamm-anlegg, sum skal samla alt slammið saman, so at tað ikki fer á sjógv. Ætlanin er, at slammið skal vera rávøran til eina biogass-framleiðslu í Føroyum. Les meiri um tær ætlanirnar seinni í kvøld á in.fo.

 

Birgir Waag Høgnesen hevur tikið myndirnar.