Her búgva 64 fólk úr 22 ymiskum londum

- Hetta er tekin um stórt fjølbroytni, og tað er ein gáva og styki fyri kommununa at kunna fevna so breitt.

 

 

 

- At flyta til eitt nýtt land kann vera spennandi og læruríkt, men til tíðir eisini avbjóðandi. Tað er ikki altíð lætt at vita, hvønn tú skalt venda tær til fyri at fáa ráð og vegleiðing.

Í Vága kommunu vísa tey á hagtøl sum siga, at 64 fólk úr tilsamans 22 ymiskum londum búgva í kommununi. 

- Hetta er tekin um stórt fjølbroytni, og tað er ein gáva og styki fyri kommununa at kunna fevna so breitt.

Í kommununi vísa tey á týdningin av, at tilflytarar kenna seg vælkomnar - at tey fáa góða kunning og vegleiðing, so tey kunnu trívast og mennast saman við fólkinum í kommununi annars. 

- Útlendingastovan hevur seinastu árini framleitt nógva góða kunning til útlendskar tilflytarar, og á heimasíðuni hjá okkum er ein síða á enskum - Integration (EN), siga tey í Vága kommunu.

Lagt verður aftrat, at síðan á enskum máli er ognað tilflytarum við kunning og vegleiðing um møguleikar í kommununi, og á síðuni verður eisini víst til kunning á síðuni hjá Útlendingastovuni.

 

##med2##

 

- At flyta til eitt nýtt land kann vera spennandi og læruríkt, men til tíðir eisini avbjóðandi.