Herðaklapp til Snorra

Fyri kortum hevði Snorri Brend, blaðmaður á Sosialinum nakrar greinar um nøkur fólk í Føroyum, sum á ymsan hátt hava trupulleikar vegna eitthvørt brek.

Longu í yvirskriftini ber boðskapurin í greinini boð um, at her er positivt fokus sett á persónarnar.

Yvirskrift sum t.d: “eg eri bara deyvur” ella “sjónveik men sterk” sigur okkum, at persónurin verður lýstur á ein góðan og jaligan hátt og ikki bert sum veikir persónar. Slíkar greinar eru við til at bróta niður fordómar um, at persónar við breki eru veikir, men ístaðin verður víst á allar teir førleikar sum eru í persóninum, og at øll kunnu geva sítt íkast til samfelagið. Við sínum greinum gongur Snorri Brend, blaðmaður undan og vísir á fjølbroytni og styrkir heldur enn veikleikan hjá fólki við breki.


Ì nøkur ár hevur handicap politiska útgangsstøði verið, at gera upp við ”offurrolluna” og ímyndina av at fólk við breki eru veikir persónar. At tosa um veikleika, mennir ikki fólk. Tað heldur fólki niðri í eini passivari rollu. Tí fegnast vit um, at tílíkar greinar síggja dagsins ljós í føroysku miðlunum, hesaferð í Sosialinum. Á henda hátt eru vit øll við til at menna kjakið. Vónandi fáa vit fleiri av hesum í framtíðini, og á tann hátt vera við til at kasta eitt jaligt ljós á fólk við breki.

At enda skal eg nevna at í ST-sáttmálanum um rættindi einstaklinga , ið bera brek sigur grein 8, at tiltøk eiga at vera gjørd at stimbra tilvitskuna um, hvat fólk við breki eru før fyri.
Víðari stendur at fjølmiðlar eiga at mynda fólk við breki á ein hátt, sum er í samsvar við endamálið í Sáttmálanum. Endamálið leggur m.a. áherðslu á at tryggja verður at fólk við breki verða vird fyri teirri viðføddu tign, hava javnbjóðis rættindi frælsi at liva frítt.

Teirri viðføddu tign sigur mær somikið, at brekið ikki skal vera forðingin fyri at kunna liva eitt aktivt og ríkt lív eins og øll onnur fólk, men at røtt tilboð til skúla, útbúgving og arbeiði kann gera at fólk kunnu hava ein framtíð í Føroyum.
Tað haldi eg eisini at blaðgreinarnar hjá Snorra Brend vísti millum annað tá hann viðgjørdi hesi 4 fólkini við respekt, sum fólk við styrki og sum eitt tilfeingi til samfelagið.