Tað varð Rakul Dam Lindberg, sum fyri eini lítlari løtu síðani fekk Grønu Virðislønina 2012 frá Tórshavnar Býráð.
Tað kunngjørdi Elin Lindenskov beint nú á pallinum á Vaglinum, har tann grøna konsertin akkurát er byrjað.
Elin Lindenskov, forkvinna í Heilsu- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar Býráði, handaði Rakul Dam Lindberg virðislønina beint undan konsertini
Umhvørvisvirðislønin, sum er 10.000 krónur, verður latin einum stovni, virki, felag, bólki ella einstaklingi í Tórshavnar kommunu, sum hevur tikið eitt tak fyri umhvørvinum.
- Rakul er ein eldsál, ið brennur fyri sakini, at fjølga um okkara grøna umhvørvi, við trøum, runnum og gróðri sum heild, segði Elin Lindenskov, tá ið hon handaði henni virðislønina.
Hon nevndi, at Rakul er beinleiðis bindilið millum leik og lærd.
- Tann, sum einki veit um gróður og gróðurseting, kann frá henni fáa holla vegleiðing.
Rakul Dam Lindberg er røktarleiðari á Gróðurstøðini hjá Skógrøkt landsins.
- Hon byrjaði á Gróðurstøðini í skipanini Ung í arbeiði, í 1992, ein kreppuætlan, ið varð sett í verk fyri at lofta ungdóminum.
- Har kveiktist hennara hugur til tað, sum hon hevur valt sær sum lívsstarv.
Elin Lindenskov gav eisini Rakul tað skoðsmál, at hon er fyrikomandi, kvik og lættlynt.
- Hon dugir væl at málbera seg og greiða frá og miðlarnir heita tíðum á hana um urtagarðsspurningar og røkt, staðfesti Elin Lindenskov, sum her sæst, høgrumegin á palli saman við Rakul Dam Lindberg










