Herðaklapp til Óla Jacobsen

Vilhelm Hansen
Leif Petersen

Takk fyri, at tú rættaði upp á TV2., sum segði, at teir føroysku fiskimenninir fingu hægri skattafrádrátt orsakað av blokkstuðlinum úr Danmark og fortjentu tað dupulta av tí, sum teir donsku fiskimenninir.
Tað loysti seg at vera treiskur. Tí varð tað ikki tikið aftur, veit ongin, hvørjum tað kundi endað við.
Tú ert ein ordiligur knassi og av góðum tlfari.
Tú ert maðurin, alt Føroya fólk átti at givið eitt herðaklapp. Tú torir at siga tað, sum sigast skal.
Tí hvat skuldu vit gjørt, tá ongin tímir at vera sjómaður meira í Føroyum? Tað er hart nokk í forvegin.
Tað var tú, sum skuldi umboðað Føroyar á Fókatingi.
Sjómaðurin eigur ein góðan og rættvísan formann, sum vit eru stolt av.