Herðaklapp til Kringvarpið

Kringvarpið hevur á allari vetraskrá sínari havt ein tíma við kvæðasendingum, har mong evni eru umrødd og nógvar upptøkur eru spældar. Mong eru tey, sum hava glett seg yvir hetta, men flestu teirra hava eisini latið eina viðmerking falla um at fríggjakvøld ikki var rætta senditíðin.
Nú dansitíðin er í hæddini, hevur útvarpsdeildin hjá Kringvarpinum flutt kvæðasendingarnar til mánakvøld klokkan 20.00. Hetta er ein skilagóð avgerð, og vilja vit nýta høvi at takka Kringvarpinum.
Nú Kringvarpið hevur gjørt hesa skilagóðu gerð, gevur tað okkum vón um, at teir halda á við at raðfesta kvæðaskatt okkara. Enn verða sendingarnar Álvaran og Upp á gólv ikki endursendar og tað harmar okkum, tí Kringvarpið missir einki við at stytta náttartónleikin við einum tíma okkurt kvøldið og ístaðin latið hesar sendingar sloppið framat. Eisini vilja vit heita á Kringvarpið um at fáa lagt kvæðasendingarnar út á netið. Her haltar í ólukkumát. Síðsta kvæðasending, sum út er løgd, var send 5 oktober 2009. Vit hava hoyrt, at heimasíðan kemur til heiður og æru í næstum, og hetta gleða vit okkum til.
Áhaldandi góðan dansivetur