Listagrunnur Ríkisins í Danmørk tók í farnu vika ta avgerð at lata einum føroyingi námsstyrk í tvey ár. Talan er um hin 33 ára gamla listamálaran, Hansinu Iversen, ið er búsitandi í Danmørk. Hon fær 150.000 krónur tilsamans. Helmingin komandi ár og helmingin í 2001.
Hansina er væl útbúgvin listakvinna. Hon fekk prógv og viðurkenning á Listaskúla Íslands, og eisini er hon útbúgvin á Listaháskúlanum í Helsinki. Í Finnlandi var hon í 4 ár og tók Master of Arts.
Í ár var hon við á Ólavsvøkuframsýningini. Væntandi fer Hansina Iversen at nýta pengini til at menna seg upp aftur meira innan málningalist.