Lærdómur eisini fyri børn
Í farnu viku eins og í hesu vikuni hevur barnaútvarpið havt vitjan av børnum og vaksnum, ið hava tosað um ymiskt, sum hevur snúð seg um eitt nú søguliga vitan, týdningin av upplýsing o.s.fr. Ein drongur og ein genta tosaðu um, hvussu spennandi og áhugavert tað er at lesa og hoyra um søguligar hendingar, og at tey betur skilti hví heimurin er sum hann er, og hví vit eru, har vit eru. Tað var stuttligt at hoyra so ung fólk (eg metti tey at vera millum 10 og 12 ár) tosa so búgvi og við so stórum áhuga fyri søguni, og hví søga er viðkomandi enn, hóast hon er farin afturum. Sera kveikjandi hjá børnum at hoyra.
Og í vikuni hava vit hoyrt Heina í Skorini, journalistur, tosað um týdningin av at upplýsa um heimsins eins og heimlig viðurskifti, og um týdningin og ábyrgdina, ið journalistar hava sum tænastufólk í fjórða statsvaldinum. Eisini hoyrdu vit í vikuni um javnstøðu, har Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini, segði frá hvat javnstøða snýr seg um, og hví tað hevur týdning at hava slíka nevnd og slíkt tilvit millum fólk.
Vitanarsamfelagið
Vit tosa um vitanarsamfelag uttan stórvegis átøk. Elin á Rógvi hevur gjørt meira fyri at realisera Visjón 2015 enn sjálvur upphavsmaðurin, Jóannes Ejdesgaard. Tað er júst børnunum vit skulu mega eftir fyri at skapa eitt vitanarsamfelag. Tað er ov seint at royna at skapa ein jaligan hugburð um lærdóm, tá tey ungu fara á miðnámsskúlarnar. Tað havi eg sum lærari á Tekniska skúla í Havn ásannað. Alt ov stórur partur av ungdóminum hevur neiliga støðu til undirvísingartilfarið og vitan sum heild. Bert vitan, sum er viðkomandi fyri yrkisleið teirra, er vird og fær pláss í teirra medviti.
Vitan skal gerast til nakað, ið er spennandi og “cool” og ikki keðiligt, so tað “suckar”. Hetta haldi eg, Elin á Rogvi á fyrimyndarligan og einfaldan hátt hevur megnað í Barnaútvarpinum. Hetta er sjálvsagt bert ein byrjan, men ein týdningarmikil ein, sum kann seta gongd á tankarnar, meiningarnar og medvitið hjá okkara kæru børnum - okkara nútíð og framtíð.