Herða verkfallið mikudagin

Nú boðar Pedagogfelagið frá, at verkfallið verður hert mikudagin

- Verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag verður frá mikudagin 03.01.2018 kl 08:00 hert til eisini at umfata allir limir hjá felagnum, sum starvast í fólkaskúlum, sernámi og forskúlum hjá kommununum. 

 

 

Tað skrivar Pedagogfelagið í einum tíðindinaskrivi sent miðlunum fyri lítlari løtu síðani. Og Pedagogfelagið skrivar, at orsøkin er einføld. 

 

 

- Herðingin kemst av manglandi virðing fyri sáttmálakrøvunum hjá felagnum, sum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið enn ikki hava tikið í álvara, skrivar felagið.