Verkfall
Í gjár varð verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hert. Hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag, hava tað higartil bara verið limirnir, sum arbeiða hjá privatum arbeiðsgevarum, sum hava verið í verkfalli.
Men í gjáramorgunin løgdu eisini limirnir í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum arbeiða á almennum stovnum, arbeiðið niður.
Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sigur, at hetta ber í sær, at nú liggur alt arbeiðið hjá felagnum lamið.
Ongi undantøk verða givin, Sostatt er arbeiðið hjá eitt vaskikonum, og øðrum, á Býráðnum, á skúlum og dagsovnum á Landssjúkrahúsinum og øðrum stovnum við, eisini lagt lamið.
Ikki bara eitt stríð um løn
Forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag sigur, at alt gongur friðarliga fyri seg.
Hon sigur, at hetta verkfallið er ikki bara ein spurningur um løn.
? Hetta er eisini ein spurningur um, at semingsstovnurin og arbeiðsgevarin gera avtalu við nøkur fakfeløg um, hvussu stóra lønarhækking onnur fakfeløg skulu fáa.
Tað, hon sipar til, er páhaldið um, at tá ið Havnar Arbeiðskvinnufelag og feløgini í Klaksvík, skrivaðu undir, lovaðu semingsmenninir og arbeiðsgevarin teimum, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag ikki skuldi fáa meir.
Men nú verður tað víst aftur, at nøkur slík avtala finst?    
? Tað er vitnisfast, at semingsmaðurin hevur sagt okkum, at hendan avtalan finst og at vit tí ikki fáa meiri í løn, enn tað, sum semingsuppskotið segði, sigur Vígdis Johannesen










