Herða trygdarkrøvini

Fylgjurnar av yvirgangsatsóknunum í USA í seinastu viku, merkjast nú eisini hjá flogfeløgunum á okkara leiðum

 

Flogferðsla


Flogfeløgini, sum flúgva til og úr Vágum, hava fingið boð um at herða trygdarkrøvini enn meira, enn tey frammanundan eru. Nýggjar trygdarfyriskriftir eru komnar, og maturin, sum fer umborð á flogførini, verður innsiglaður.Tað er beinleiðis avleiðing av yvirganginum í USA, siga flogfeløgini.

Uni Danielsen, stjóri á Flogfelag Føroya, sum umboðar Maersk Air í Føroyum, sigur, at tað komu beinanveg eftir atsóknirnar í USA boð um, at kassarnir við mati, sum fara umborð á flogførini hjá Maersk Air, skuldu innsiglast.

Hesin matur verður latin av Hotel Vágum, sum Flogfelagið eigur. Og boðini vórðu sjálvandi fylgd beinanveg, sigur hann. Av sínum eintingum hava tey á hotellinum eisini valt at seta plumbur á matkassarnar hjá Atlantsflogi, sum eisini koma frá hotellinum, sigur Uni Danielsen.

Tvær plumbur verða settar á hvørja bingju. Ein hvørjumegin, har sum hurðarnar verða læstar. Plumban má ikki verða brotin upp aftur fyrr enn umborð á flogfarinum. Kemur bingja umborð við brotnum plumbum, skal hon koyrast í land aftur beinanveg, áðrenn farið verður á flog.

Kent Christensen, marknaðaleiðari hjá Atlantsflog sigur, at tað skuldi ikki verið neyðugt við slíkum boðum nú, tí tað er nakað, sum leingi hevur verið galdandi. Men sjálvandi er tað bara positivt, at slíkar reglur verða strammaðar uppaftur, sigur hann.

Men Atlantsflog fær eisini mat umborð aðrastaðni frá enn av Hotel Vágum. Tað er eitt nú tvíflísar, sum latnar verða á teimum styttri rutunum hjá felagnum. Tað vil siga til Íslands, Skotlands og Noregs.

Tann maturin kemur frá heilsølu í Havn og verður fluttur vestur í Vágar í vanligum vørubilum og latin flogfarinum í ikki innsiglaðum íløtum.

?Men tað er ikki soleiðis kortini, sigur Kent Christensen, at tað bara fer umborð. Alt, sum fer umborð á flogførini hjá Atlantsflogi, verður latið i bakkum við klárum plastikkloki, og hvør einstakur bakki verður kannaður, áðrenn hann kemur umborð, sigur Kent Christensen. So tann síðan er eisini í lagi, leggur hann dent á.

Magni Arge, stjóri á Atlantsflog, sigur, at tað komu longu í seinastu viku nýggjar trygdarfyriskriftir, sum áleggja flogfeløgunum ymsar reglur, sum fylgjast skulu.

?Ikki tí, at tað ger tann stóra munin her há okkum, tí í Vagum hava trygdarkrøvini altið verið rættiliga høg, sigur hann.

Hann vísir á, eins og flogvallarovastin, Finnbogi Niclasen, gjørdi í Sosialinum í seinastu viku, at úr Vágum er øll ferðsla altjóða flúgving. Og har eru sera hørð trygdarkrøv galdandi.

Flogførini, sum rænd vórðu í USA, vóru innanríkisflogfør, sum ofta flúgva undir linari eftirliti frá landi av. Men tað er so broytt nú, sigur Magni Arge.

Hann sigur, at Atlantsflog nakað skjótt fer undir aftur trygdarskeið, soleiðis, at alt starvsfólkið fær frískað upp aftur tær reglur, sum tey hava at arbeiða undir.

Annars bíðar Atlantsflog í løtuni eftir nærri boðum frá loftferðslumyndugleikunum og møguligum samstarvsavtalum millum ymsu flogfeløgini.

Og sjálvandi fer Atlantsflog at fylgja øllum trygdarfyriskriftum, sum koma, sigur Magni Arge.