Krøvini til tey, ið ynskja stuðul frá Granskingarnevndini, verða nú herd. Framyvir krevur nevndin, at ein ítøkilig lýsing av etiskum viðurskiftum skal fylgja umsóknum um stuðul til gransking. Tað boðar nevndin frá í tíðindaskrivi í kvøld.
Harumframt hevur nevndin samtykt, at framyvir skulu allar umsóknir um stuðul til gransking skrivast á enskum.
Granskingargrunnurin fær eina árliga játtan á fíggjarlógini at luta út til stuðul til gransking, ið umsøkjarar søkja um. Hesin stuðul var í 2018 7,5 milliónir krónur.
Nýggju broytingarnar eru galdandi frá komandi umsóknarumfari, har freistin er 15. februar 2019.