Óheppin støða

Aðalskrivarin hjá danska fótbóltssambandinum sigur, at hann heldur talan vera um eina óhepna støðu, nú landsliðið hevur boykottað donsku miðlarnar. – Spælararnir eiga avgerðina, og hana bakki eg sjálvandi upp. Men eg haldi, at talan er um eina óhepna støðu fyri allar partar. Eg kann ikki noyða nakran til nakað, men eg bæði vóni og rokni við, at vit koma víðari í hesum, sigur Jim Stjerna Hansen, aðalskrivari.