Óheppin skipsvitjan

Peter Mandelsohn, sum júst er tilnevndur bretskur handilsmálaráðharri, kann vænta sær nakrar ágangandi spurningar, tá hann skal til hoyringar í einari nevnd hjá Parlamentinum um eina vitjan umborð á einum stuttleikaskipi, sum russiski oljuríkmaðurin Oleg Deripaska.eigur.

Peter Mandelsohn kann tó ugga seg við, at tinglimirnir úr tí konservativa andstøðuflokkinum hava nóg mikið at hugsa um sjálvir, tí tað vísir seg, at ein av teimum fremstu konservativu politikarunum, Georg Osborne, hevur eisini vitjað umborð á sama stuttleikaskipi, tá tað lá við bryggju á griksku oynni Korfu í summar.

Blaðið The Times hevur frá einari álítandi keldur fingið at vita, at Oleg Deripaska beyð sær til at lata valgrunninum hjá konservativa flokkinum 50.000 pund. Peningin skuldi hann flyta frá einum felagi, sum hann eigur í Bretlandi, tí sambært bretskari lóg kunnu flokkar ikki taka ímóti fíggjarligum stuðuli uttaneftir.

Talsmenn hjá konservativa flokkinum hava avsannað, at flokkurin hevur fingið tilboð um stuðul frá russiska oljuríkmanninum, men teir viðganga, at Osborne var umborð á stuttleikaskipinum.

Peter Mandelsohn hevur viðgingið, at hann var umborð á skipinum hjá Oleg Denipaska, meðan hann var ES-kommiserur í handilsmálum, men hann vísir aftur, at vitjanin hevði nakað politiskt mál. Bretskir fjølmiðlar skriva, at Mandelsohn sleppur tó ikki undan at svara spurningum um vitjanina.