Óheppin praksis sum vit mugu leggja rygg til

Hanna Jensen, løgtingslimur fyri Framsókn og forkvinna í mentanarnevndini, harmast um avgerðina hjá almenna parafelagnum Posta at hækka gjaldið fyri at bera út bløð.

 

- Hatta er stak óheppi fyri miðlalandslagið. Tað kennist svárt, at vit hava arbeitt saman við nógvum fyri at bøta um korini hjá miðlum og nú kemur hetta omaná, sigur Hanna Jensen.

 

Hanna Jensen sigur víðari, at Posta er eitt alment partafelag og tí arbeiðir tað sjálvandi eftir teimum mannagongdum, sum eitt partafelag arbeiðir eftir, men politiska skipanin eigur sín part í hesum alíkavæl.

 

- Hóast Posta er eitt partafelag, so er tað alment og politiska skipanin leggur rygg til hesa praksis og tað meti eg verða ein trupulleika í mun til endamálið, sum er at bera tíðindabløð út, sigur Hanna Jensen.