Óheppin príshækking

Jákup Mikkelsen, stjóri á JFK Heilsølu og tingmaður fyri Fólkaflokkin í Norðuroyggjum, heldur, at tað er sera óheppið, at ein príshækking hjá Strandferðsluni einans rakar ávís øki av landinum

Klaksvík:
Príshækkingin hjá Strandferðsluni fer ikki at raka siglingina til tær smærru oyggjarnar. Tað fegnast Jákup Mikkelsen um, men hann sigur samstundis, at tað er sera óheppið, at tað verða tey, sum nýta Suðuroyarleiðina, Leirvíksfjarðarleiðina, Sandoyarleiðina og Bygdasleiðir, sum koma at rinda fyri hækkingina hjá Strandferðsluni.
- Tað er sera óheppið, tá ein tílík príshækking rakar ávís øki og partar av vinnulívinum, sigur Jákup, men hann vísir tó á, at um prísirnir hjá Strandferðsluni høvdu fylgt økingini í kostnaðarstiginum, sum hevur verið seinnu árini, so høvdu teir verið eini 45 % hægri enn teir í veruleikanum eru í dag.
Tí heldur hann, at ein øking upp á umleið 20 %, sum talan er um, ikki kemur at gera so ilt, sum tað møguliga kundi væntast.
- Eg dugi væl at síggja, at tað er óheppið, at tað í hesum førinum verður útjaðarin og vinnulívið har, sum kemur at bløða, men fyri okkum norðoyingar verður hesin trupulleikin ikki galdandi so longi afturat, sigur ein sera bjartskygdur tingmaður, sum væntar, at tað verður koyrandi um Leirvíksfjørð innan fyri tey komandi 2 til 2 1/2 árini.

Prísirnir
Jákup Mikkelsen heldur, at Strandferðslan átti at hugt nærri eftir sínari innkrevjing. Tí hann heldur, at børn undir 14 ár, sum í dag rinda hálvan ferðaseðil áttu at sloppið ókeypis. Síðani áttu tey at goldið hálvan ferðaseðil til tey eru 18 og eftir tað skuldu tey goldið fullan ferðaseðil.
- Eg havi ikki gjørt nakra útrokningar upp á hetta, men tað kundi so avgjørt verið áhugavert at sæð, hvussu ein tílík broyting hevði ávirkað inntøkurnar hjá Strandferðsluni, nú prísirnir aftur fara at hækka, sigur Jákup Mikkelsen, sum heldur, at tað uttan iva hevði havt við sær, at fleiri barnafamiljur høvdu ferðast meira.
Jákup Mikkelsen er stjóri á JFK Heilsølu, og hann viðgongur, at príshækkingin fer at merkjast væl hjá teimum, men samstundis sigur hann, at bíðitíðin bæði í Klaksvík og Leirvík er minkað munandi, síðani Sam byrjaði at sigla um fjørðin eisini.
- Og tá Ternan so kemur at sigla í staðin fyri Sam, tá verður munurin so avgjørt uppaftur størri, heldur Jákup Mikkelsen.
Men Strandferðslan skal spara einar 7, 5 milliónir, og spurdur um, hann veruliga trýr upp á, at Ternan fer at koma at sigla um Leirvíksfjørð ístaðin fyri Sam, svarar Jákup ógvuliga sannførdur, at hann ikki heldur, at tað fer at kosta meira at hava Ternuna siglandi saman við Dúgvuni enn Sam.
Eins og aðrir vinnulívmenn í Norðoyggjum søgdu í blaðnum í gjár, so heldur Jákup Mikkelsen eisini, at tað er av størsta týdningi at sleppast kann undan bíðitíðini, tí tað er hon, sum kostar mest fyri vinnulívið.
- Bíðitíðin er so avgjørt nógv dýrari enn ein príshækking, sigur Jákup Mikkelsen at enda.