Tað vóru mong, ið snaraðu høvdinum, tá tey koyrdu fram við Steinatúni í morgun. Á gongubreytini undir ljóskurvunum uttan fyri kiosk Steinatún og Pizzakjallaran stóð ein bilur parkeraður.Av løgreglustøðini varð sagt, at tey mettu bilin standa rættiliga óhøgliga, og tí varð hann fluttur fyri eigarans rokning. Í løtuni kanna tey málið og løgreglan sigur, at tey hava illgruna um, at rúsdrekka var ein partur av orsøkini, tí ein maður ein sæddur fara frá bilinum, og hann hevur ikki boðað løgregluni frá óhappinum.