má sigast at vera sjáldsama heppin í lottospæli.
Seinasta leygardag vann maðurin góðar 3,3 milliónir krónur, og hetta er triðju ferð, at hann hevur vunnið. Ta fyrstu ferðina vann hann góðar 100.000 krónur, og fyri trimum árum síðani vann hann eina góða millión krónur.
Tann hepni vinnarin, sum hevur verið sjálvstøðugur vinnurekandi seinastu 25 árini, sigur, at hann hevur alla tíðina spælt við teimum somu tølunum, og tað ætlar hann eisini at gera í framtíðini. Tað høvdu onnur ivaleyst eisini gjørt.