Vælkomin í felagsskapin
Í grein um dagarnar gevur Edmund Joensen til kennar, at umsitingin má trimmast og at rættast hevði verið at tikið av aðalráð, harímillum Uttanríkisráðið. Fari at ynskja Edmundi vælkomnan í felagsskapin av teimum, ið meina, at vit vóru betur farin við færri aðalráðum og ongum Uttanríkisráð. Ein kúvending má sigast! Tí við samgongusamráðingarnar seinast, lá Uttanríkisráðið Edmundi eins nær á hjarta og hjá Jørgeni, sum sá sessin fyri sær. Munurin var bara, at annar vildi ES og hin EFTA.
Meira sannlíkt
Tess fleiri samgongulimir, ið leggjast afturat teimum, sum meina, at tað er meiningsleyst við níggju aðalráðum í hesum døgum, nú brúk er fyri hvørjari krónu, tess meira sannlíkt er, at samgongan kann fremja ætlanina í verki. Neyðugt er tað, ið hvussu er, um aðrar sparingar skulu geva meining.
Lat okkum ganga undan
Skilji væl tey, ið undrast á, hví játtanir verða skornar, og hví tosað verður um rationaliseringar aðrastaðni í samfelagnum, tá vit politikarar ikki megna at fremja hesi átøk í eins stóran mun hjá okkum sjálvum. Best hevði verið, um vit gingu undan. Mítt uppskot er tí: Seks aðalráð heldur enn níggju beinanveg og tjúguogtríggjar tinglimir heldur enn tríatitríggjar longu við næsta val. Slík avgerð hevði givið fitta sparing yvir tíð, givið eina rættari mynd av álvarsligu búskaparstøðuni vit eru í, verið eitt bygnaðarligt átak rætta vegin og hevði givið betur forstáilsi millum fólk fyri øðrum neyðugum sparingum.
Somuleiðis hevði ein trimmað politisk skipan havt lættari við at tikið røttu og neyðugu avgerðirnar. Teggjan av fólki, sum eftir galdandi skipan stýrir hesum lítla landi, er óneyðuga stór og alt ov kostnaðarmikil. Tað vita øll!
Kann Fólkaflokkurin loyva sær framhaldandi at liggja í buktini
Meiriluti er í Sambandsflokkinum fyri færri aðalráðum. Formaður Javnaðarfloksins hevur tosað fyri ætlanini. Nú er bara Fólkaflokkurin eftir, sum talar ímóti og harvið liggur í buktini. Hetta samsvarar sera illa við útmeldingarnar frá bæði formanni og tingbólkaformanni floksins, har boðskapurin hevur verið rakstrarsparingar og rationaliseringar, heldur enn hægri skattir og avgjøld.
Navnið spillir ongan
Um støðan er, at Fólkaflokkurin metir politiska tapið fyri flokk og formann ov stórt, um Uttanríkisráðið verður avtikið, og av teirri orsøk er ímóti, so má bera til at finna eina loysn á tí spurninginum. Eitt av komandi seks aðalráðunum kundi framvegis borið heitið Uttanríkisráð saman við øðrum heiti. Sum orðatakið sigur: “Navnið spillir ongan”. bara endamálið verður nátt.