Óheppin handfaring

Vit fingu orðið á formannin í Neistanum, Jón Kragesteen, eftir at dómsnevndin hjá HSF í gjár hevði ógildað úrskurðin hjá kappingarnevndini frá 20. desember um leikbannið hjá Hans Áka Dal Christiansen.

- Um sjálvt rokið eftir dystin hin 16. desember, havi eg sum so ongar viðmerkingar, tí eg sá ikki so nógv, har vóru so nógv fólk á vøllinum. Men eitt kunnu vit í øllum førum vera samd um, og tað er, at soleiðis eigur ein hondbóltsdystur ikki at enda. Og vit sleppa ikki undan tí veruleika, at verður óhóskandi atburður, - á vøllinum ella fram við vøllinum - ikki revsaður á skynsaman hátt, ja so er vandi fyri at tað hendir aftur.
Sætt í hesum ljósi heldur Jón tað vera spell, at málið var skeivt handfarið av fyrstan tíð, soleiðis at tað ikki ber til at koma til nakran úrskurð, hvørki tá ið talan er um revsing - ella fyri tann skuld – um frídøming.
- Eg dugi væl at fylgja niðurstøðuni hjá dómsnevndini, og sum eg dugi at síggja, er hon væl grundað. Og hetta er bara enn eitt tekin um, at umsitingin hjá HSF er alt ov veik, tí hetta er ikki fyrstu ferð, at slíkir feilir henda. Við allari virðing fyri tí sjálvbodna megnararbeiði, sum har verður útint dag og dagliga í HSF, so koma vit ikki uttan um, at Hondbóltssambandið má styrkja seg umsitingarliga, og her eiga øll feløg at vera við.
- Vit í Neistanum hava so í hvussu er fingið ein lærupening, sum vit taka til eftirtektar. Sum er haldi eg, at fólk okkara kring vøllin gera eitt gott og trúfast arbeiði. Men vit kunnu altíð gera tað betri. M.a. fara vit tí framyvir at taka neyðug stig at fyribyrgja, at dómarar koma í ringa støðu og royna at skipa fyri, at áskoðarar ikki standa ov nær vøllinum og harvið koma í vanda beinleiðis at gerast partur av sjálvum dystinum.
At enda spurdu vit Jón, um Neistin ætlaði at fara víðari við málinum.
-  Tað er so stutt fráliðið enn og umstøður hava ikki verið at tosa við hinar nevndarlimirnar um málið, og tí er enn er eingin støðu tikin, um vit gera nakað meira við tað.