Tvær reisir innanfyri stutta tíð er Drelnes sleipaður til lands Týsdagin tann 30. september kl.14.00 setti vaktarskipið Brimil fyrstu ferð fast á garnabátin Drelnes, TG 107, heimahoyrandi á Tvøroyri.
Báturin var til fiskiskap einar 90 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi, tá ið hann fekk um skrúvuna.
Brimil sleipaði Drelnes á Klakksvík, har skipini komu kl. 03:00. Tá fóru froskmenn av Brimli beinanvegin í holt við at skera av skrúvuni á Drelnes.
Seinnu ferð Brimil setti fast á Drelnes var hósdagin tann 2. oktober kl. 10.00. Drelnes var á veg á fiskileið, tá ið teir fingu maskinskaða, ein skoliluftsblásari var haveraður.
Teir skuldu væntandi koma inn á Trongisvág einaferð í gjárkvøldiðkvøld.
Drelnes er fyrrverandi Akraborg, og áðrenn tað kallaðist skipið Jónrit. Drelnes er bygdur í Norra á Brattvaag skipasmiðjuni í 1961.
Kelda: www.fve.fo