Um vikuskiftið var fyrsti finaludysturin í manshondbólti á skránni, tá ið Kyndil tók ímóti VÍF. Kyndil vann heimadystin við fimm málum, eftir at teir førdu við 10 málum eitt skifti í seinna hálvleiki.
Eftir dystin hevur tó verið ávís ónøgd um dómaraásetingarnar til tær tríggjar finalurnar. Í dag umboða dómararnir eitt dómarafelag, men av tí at forholdini her á landi eru so smá, so vita tey flestu, at bæði Hannis og Uni Wardum, sum dømdu finaluna sunnudagin, eru gamlir kyndilsmennm. Tað eru Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, sum døma seinnu finaluna, eisini.
Vit hava tikið eitt prát við fyrrverandi altjóða hondbóltsdómarin her á landi, Hjalmar Petersen.
Óheppið
Hjalmar Petersen heldur tað vera sera óheppið, at dómararfelagið hevur valt tvey pør, sum vera sett í samband við Kyndil, at døma finalurnar.
- Eg haldi, at dómaraásetingarnar til mansfinaluna eru ógvuliga óhepnar. Tað er keðiligt, at tvey pør, sum vera sett í samband við Kyndil, skulu døma finalurnar. Tað er heldur ikki óhugsandi, at hetta kann hava ávirkað fyrireikingarnar hjá vestmenningum.
- Eftir finalurnar sunnudagin havi eg eisini hugsað um, hví man ikki bara hevur býtt um uppá pørini í mans- og kvinnufinaluni. Í vági dømdu Sámal og Kári jú, og um teir dømdu í Havn, so slapp man undan hesum trupulleikanum.
Hjalmar sjálvur hevur altíð verið brennandi neistamaður, men hann sigur seg ongantíð hava dømt Neistan.
- Eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi dømt Neistan í bestu deildini. Eg má eisini siga, at tað vildi eg helst sleppa undan.
Hjalmar Petersen ásannar tó, at lága dómaratalið í bestu føroysku deildunum er ein trupulleiki.
- Ein stórur trupulleiki er talið av dómarum. Tað eru ov fá feløg í bestu deildunum, sum hava eitt dómarapar. Um øll feløgini stillaðu við dómarapørum, so var eingin trupulleiki.
Aðrar dómarar
Hjalmar Petersen var ikki sjálvur til finaluna sunnudagin, men hann hevur tó eina greiða meining undan seinna finaludystinum hjá monnum.
- Um dómarafelagið heldur, at kyndilspørini eru tey einastu, sum kunnu døma mansfinaluna, so skuldu teir verði so mikið at sær komnir, at teir fingu dómarar úr øðrum landi heim at døma seinnu finaluna. So slepst í øllum førum undan einum slíkum trupulleika, sum vit hava nú, sigur Hjalmar at enda.