Men tá tað hendir á einum motorvegi, sum bara hevur eitt spor vegna vegaarbeiði uttan nakað stað at fylla á tangan, verður tað eisini ein marra hjá øðrum.
Men tað var tað sum hendi hjá einum óhepnum bilførara, tá tómi bensintangi hansara var orsøk til eina 10 km langa kø í týska landspartinum Sachsen í gjár.
Tann 43 ára gamli maðurin royndi tí at skumpa bilin fram eftir A4 vegnum, sum gongur millum Dresden og Görlitz.
Vegna samansetingina av vegaarbeiði á motorvegnum og tóma bensintanga, vóru fleiri hundrað aðrir bilar eisini noyddir at flyta seg við sniglaferð aftan fyri óhepna bilføraran.
/ritzau/











