Heppin Berlingo vinnari

Mánadagin 12. september 2005 fekk Elisabeth Hammer í Runavík handaðan ein spildurnýggjan Citroën Berlingo, sum var høvuðsvinningurin í lutaseðlasøluni hjá Skála Ítróttarfelag

Hepni vinnarin í lutaseðlasøluni hjá Skála Ítróttarfelag í summar, ið var ein Citroën Berlingo 1.6 Multi Space, gjørdist Elisabeth Hammer í Runavík.

Á hugnaligari samkomu hjá Ivan Johansen Bilum fekk hon lyklarnar til tann spildurnýggja bilin.

Formaðurin í Skála Ítróttarfelag, Hans Jákup Andreasen, handaði Elisabeth Hammer lyklarnar, og Pauli Waag, sølumaður hjá Ivan Johansen, gav henni eitt blómutyssi.

Hóast tað gingu nakrir dagar, áðrenn funnið var fram til, hvør hevði tann nógv umtalaða lutaseðilin, so vísti tað seg kortini, at hepni vinnarin skuldi finnast í nærumhvørvinum í Eysturoy.

Tá bilurin var handaður nýggja eigaranum, lat hon manninum lyklarnar, tí hann
skuldi sleppa at koyra bilin fyrsta túrin inn á Skálafjørðin saman við
tveimum abbabørnum.