Óheppin avdúking

Tað kemur USA illa við, at altjóða kjarnorkustovnurin hevur avdúkað, at Iran hevur útgerð, sum fer at gera landið ført fyri at gera kjarnorkuvápn.

Avdúkingin hjá IAEA kemur amerikanarunum illa við, tí stjórnin í Washington hevur framman undan trupult við at greiða frá, hví tað er neyðugt at leypa á Irak, sum ikki hevur kjarnorkuvápn, men ikki á Norðurkorea, sum eftir øllum at døma hevur slík vápn.
Tað var í síðstu viku, at serfrøðingar hjá IAEA undir kanningum í Iran komu fram á útgerð, sum ger iranar førar fyri at ríka uran. Iransku myndugleikarnir siga, at teir ætla at nýta kjarnorkuna til orkuendamál, tí landið hevur ilt við at fáa fatur á nóg nógvari olju. Men IAEA ivast í, um hetta er allur sannleikin.
New York Times skrivaði í gjár, at avdúkingin hjá IAEA kemur Hvítu Húsunum illa við, tí stjórnin hevur í fleiri mánaðir lýst Irak sum tann ringasta fíggindan hjá mannaættini. Amerikanski embætismenn hava fleiri ferðir sagt, at USA fer at seta neyðug tiltøk í verk ímóti Irak til tess at forða fyri, at landið fær útvega sær kjarnorkuvápn.
At amerikanararnir ikki hava nýtt sama orðalag um Norðurkorea kemst av, at norðurkoreanar eru førir fyri at hótta suðurkoreanska milliónabýin Seoul, sama um Norðurkorea hevur hópoyðingarvápn ella ikki. Tá talan er um Iran, er støðan ein onnur. Washington hevur leingi lagt seg eftir at bøta um viðurskiftini við Teheran, og sambært New York Times fer stjórnin ikki at órógva hetta arbeiðið við at seta hart ímóti hørðum í spurninginum um møgulig iransk kjarnorkuvápn.