Óheppið við ymsum pensónum

– Tað kann vera óheppið, at tingfólk og landsstýrisfólk hava hvør sína eftirlønarskipan við ongum sambandi ímillum, heldur Fíggjarmálaráðið

Fíggjarmálaráðið vís­ir í ummæli sínum av up­p­skot­i­num hjá løg­manni um at hækka landsstýrislønirnar og broyta pensjónirnar á, at ting­fólk og landsstýrisfólk eru, sum nú er, á ein hátt í somu eftirlønarskipan.
Tingfólk og lands­stýr­is­fólk vinna sær rætt til eft­ir­løn á líknandi hátt, sum tæn­ast­u­m­enn landsins. Samband er í­millum skipanirnar, soleiðis, at tá ið tey hava vunnið sær fullan eftirlønarrætt, vinna tey sær ikki meir. Við hes­um lógaruppskotinum verð­ur farið burtur frá tí.
– Tey kunnu vinna sær »meir enn fult«, og tað kann vera óheppið, heldur Fíggjarmálaráðið.
– Politikarar eru stundum ting­fólk og stundum lands­stýrisfólk. Tað kann vera ó­heppið, at tey hava hvør sína eft­ir­lønarskipan við ongum sam­bandi ímillum. Skulu eft­ir­lønarskipanirnar hjá ting­fólki og landsstýrisfólki broyt­ast, eiga tær at verða broytt­ar samstundis.