Fiskivinna
Í mars mánaða gav Fiskimálaráðið línuskipunum, Ågot og Váðasteini, fiskiloyvi til botnfiskaveiðu á Føroya Banka.
Ivi hevur verið sáddur um avgerðina, tí skipini í fleiri ár ikki hava fingið útskrivað fiskiloyvi á bankanum.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, bað tí Fiskivinnustovuna um at greina grundgevingarnar fyri, at skipunum varð noktað bankaloyvi frá 1998 og frameftir.
Í tíðindaskrivi, sigur Fiskimálaráðið, at Fiskivinnustovan hevur gingið øll viðkomandi skjøl í málinum ígjøgnum.
- Staðfestast kann, at Ågot og Váðasteinur í 1995 søgdu íslandsloyvi og loyvi at fiska í Barentshavinum frá sær, tá tey í staðin fingu loyvi til garnaveiðu eftir svartkalva. Bæði í 1996 og 1997 høvdu skipini loyvi at fiska á Føroya Banka. Í november 1997 sýtir landsstýrið (Fiskivinnudeildin) at útskriva bankaloyvi. Grundgevingarnar benda á, at hetta verður gjørt í teirri trúgv, at bankaloyvið var eitt av serloyvunum, ið skipini hava latið frá sær í 1995. Hava aðrar grundir verið fyri at nokta skipunum fiskiloyvi á Føroya Banka, eru hesar ikki skjalfestar í málunum.
Sagt verður, at tá ið Fiskivinnustovan í mars mánaða í ár viðger umsókn, sum er dagfest 6. februar 2004, har reiðaríið hjá Ågot søkir um fiskiloyvi á Føroya Banka, verður staðfest, at línuskipini, Ågot og Váðasteinur, sum í 1995 fingu loyvi at veiða svartkalva við gørnum, ikki hava givið frá sær rættin at fiska á Føroya Banka. Landsstýrið hevur heldur ikki kravt reiðaríini eftir øðrum loyvum enn undir Íslandi og í Barentshavinum.
- Eg taki frágreiðingina hjá Fiskivinnustovuni til eftirtektar og vóni, at hetta málið nú er lýst til fulnar. Tað er óheppið, at fiskivinnumyndugleikarnir koma til skiftandi niðurstøður í sama máli, men tíverri koma mistøk fyri av og á. Tað avgerandi í hesum máli er, at mistakið verður rættað, tá komið verður eftir tí, sigur Bjørn Kalsø í viðmerking, sum Fiskimálaráðið hevur sent fjølmiðlunum.
Fiskimálaráðið upplýsir, at landsstýrismaðurin fer at heita á Fiskirannsóknarstovuna og fiskidaganevndina um at koma við tilmælum um fiskiskapin á Føroya Banka. Tilmælini verða tikin við í lógaruppskotið um fiskidagar fyri komandi fiskiár.