- Hetta er eitt ógvuliga óheppið tekin til allan miðlaheimin.
Tað heldur virkandi formaður í Felagnum Føroysk Miðlafólk, Jógvan Hugo Gardar, um seinasta sparitiltakið hjá Dimmalætting, har øll starvsfólk eru koyrd 10% niður í
løn.
Hann heldur, at tað er ein spurningur, hvat tað er fyri tekin, Dimmalætting gevur við hesum seinasta tiltakinum, serliga tá ið hugsað verður um, at blaðið hevur áður sett sera álvarslig sparitiltøk í verk.
Hann vísir samstundis á, at tað mangan hevur verið nevnt sum ein trupulleiki, at fjølmiðlafólk við útbúgving søkja sær starv aðrastaðni enn í miðlunum, helst tí at lønir og arbeiðsumstøður ikki eru nøktandi.
- Eitt tiltak sum hetta, at koyra starvsfólkið 10% niður í løn, fer avgjørt ikki at økja um áhugan at søkja sær starv í miðlunum, sigur Jógvan Hugo Gardar, í stuttari viðmerking.
- Tað verður ikki lættari at fáa útbúgvin fólk at støðast í miðlavinnuni tá ið ein av landsins stóru miðlum gevur slík tekin frá sær.
Annars kennir virkandi formaðurin í Felagnum Føroysk Miðlafólk, onki til avtaluna ímillum starvsfólk og leiðslu á Dimmu, men so leingi, at sáttmálin annars verður hildin við teimum minstulønum, sum har eru ásettar, kann Miðlafelagið annars onki gera.
Les eisini greinina: Dimmalætting koyrir starvsfólkið niður í løn