Um vikuskiftið hevði Javnaðarflokkurin landsfund og eitt av evnunum, ið fundarluttakararnir viðgjørdu, var manglandi stevið innanhýsis í flokkinum eitt av evnunum.
Í samrøðu við Árna Gregersen í tíðindunum á Rás2 í dag, viðgekk Aksel V. Johannesen, at stevið ikki altíð hevur verið so gott í samgonguni og í Javnaðarflokkinum, men at tað hevur eydnast at fremja tær broytingar, ið flokkurin lovaði til síðsta val.
Í samrøðuni upplýsti løgmaður eisini, at floksleiðslan í Javnaðarflokkinum í løtuni arbeiðir við átøkum, ið skulu tryggja, at veljarin fær tað, ið hann atkvøðir fyri til næsta val.
- Sjálvandi er tað ein avbjóðing, at man stillar upp og fær fólk vald, og so gongur tað onkuntíð bara nakrir dagar og so fara fólk úr flokkinum o.s.fr. Tað er óheppið eisini mótvegis veljarunum. Tey hava valt flokkin og halda tey hava fingið so og so nógv umboð á løgting og so ganga bara nakrir dagar og so eru tað færri umboð. Tað vilja vit ikki skal endurtaka seg og í tí sambandinum er tað ein viðgerð, ið er innanhýsis í flokkinum í løtuni, um hvussu vit kunnu verja okkum móti, at tað kemur at endurtaka seg, segði Aksel V. Johannesen við Rás2.
Til ber at hoyra alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.