-Løgtingsformaðurin eigur ikki at vera partur av nøkrum máli, og tí er tað sera óheppið, at formaðurin so partískt tekur lut í einum ávísum máli, sigur Bjørn á Heygum.
Bjørn á Heygum, advokatur, sum var við til at smíða stýrisskipanarlógina, sigur við Norðlýsið í dag, at hóast ongar reglur eru um inhabilitet í formannskapinum hjá Løgtinginum, so er tað prinsipielt skeivt, at formaðurin er partur í einum máli, sum ikki beinleiðis hevur við arbeiði hjá formannsskapinum at gera.
-Formaðurin eigur ikki at vera partur av nøkrum máli, og tí er tað sera óheppið, at hann so partískt tekur lut í einum ávísum máli. Hetta kann skapa trupuleikar við virðingini, sum altíð eigur at vera kring formannin, sigur Bjørn á Heygum.
Hann leggur afturat, at málið um Føroyar sum eitt valdømi er eitt mál, sum Edmund Joensen sjálvur er komin við, og tí má ein siga, at viðgerin í formannskapinum í hesum førinum er politisk, g tað er sera óheppið, sigur hann.