Óheppið at senda pening uttanlands

Viðmerking frá Postfelagnum til grein í bløðunum um donsku innkrevjingarnar hjá Tryggingarfelagnum

? Sum kunnugt hevur Tryggingarfelagið sent donsk girokort til viðskiftafólk síni. Postfelag Føroya heldur tað vera ógvuliga óheppið, at ein føroysk fyritøka velur at senda peningin, sum føroyingar inngjalda, til Danmarkar.

Hetta sigur Postfelagið í tíðindaskrivi. Felagið sigur víðari, at Tryggingarfelagið Føroyar hevur fyrr nýtt føroysk girokort, og peningurin er farin á føroyskar kontur. Hettar hevur riggað væl. Viðskiftafólk postverksins eru nú ógvuliga misnøgd, tí postgjaldið er sjálvandi hægri fyri eina inngjalding til Danmarkar enn í Føroyum.

Annars er at viðmerkja, at Postverk Føroya hevur havt eina "Gjaldtænastu" í 15-20 ár.