Tað var um reppið, at Cypros skapti eina meira enn hálva sensatión, tá teir á heimavølli spældu móti Italia. Stutt fyri leiklok stóð 1-1 á máltalvuni, men í evstu løtu eydnaðist Italia kortini at skora sigursmálið. – Vit fingu meira, enn vit høvdu uppiborið. Vit vóru beinleiðis hepnir við hasum úrslitunum, tí spæl okkara sannførdi als ikki um, at vit skuldu hava trý stig fyri dystin, segði italski landsliðsvenjarin, Marcello Lippi, við italska Sky eftir dystin.