Klokkan 18.47 ringdu tey úr Kvívík til løgregluna um, at bilurin var farin út av vegnum. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun, var tað bert tann eini bilurin umfataður av óhappinum. Teir báðir menninir hava verið óansnir eina lítla løtu, og so er bilurin farin sendandi út av vegnum, har hann fór í knús.