Hepnir hóast alt

Nýggjárið í fjør endaði við stórum brunasárum og stórum skaðum hjá tveimum ungum monnum. Talan var í báðum førum um eina shogun-kúlu, sum brast langt áðrenn, hon átti

Nýggjárið 2003. Grannabygdirnar Rituvík og Æðuvík eru klárar at skjóta nýggja árið inn. Klokkan er um 22, og Kristian Olsen úr Rituvík fer út saman við familjuni at royna nakað av fýrverki, áðrenn tað rættiliga fer í gongd á midnátt.
Kristian er glaður fyri fýrverk, og hann og pápin hava verið og keypt stórar og vakrar rakettir. Eisini tær sonevndu "Shogun"-kúlurnar. Hetta eru stórar kúlur, ið verða skotnar einar 300 metrar upp í luftina.
Eitt rør er bygt til endamálið, og so verður fýrverkið lagt niður í. Endin á fjúsinum stingur burturúr rørinum, og Kristian skal festa í. Ístaðin fyri at fara upp í luftina, so spreingist fýrverkið, og sendir drongin afturav.
Fyrstu løtuna heldur Kristian, at hann er vorðin blindur. Eygnavippurnar eru brendar saman, so hann sær onki. Men tíbetur var ikki so illa statt. Familjan, sum stendur framvið húsunum, er sjálvsagt skelkað. Tey bera Kristian inn. Andlitið er alt. Hann verður koyrdur undir brúsuna, har tey fáa vaska tað ringasta av honum.
Síðani verður hann koyrdur á skaðastovuna. Har verður staðfest, at Kristian hevur fingið eitt hol í kjálkan, og eisini vóru tvær bløðingar í eygunum. 12 pentur verða seymaðar í andlitið. Átta í kjálkan og fýra í høkuna. Síðani verður andlitið forbundið. Óhappið hendi klokkan 22, og klokkan fimm nýggjársmorgun sleppa tey aftur av skaðastovuni.

---

Í Æðuvík er øll bygdin savnað til felags fýrverk. Hesu ferð hevur bygdin savnað saman pening, so fýrverkið kundi gerast størri og vakrari, enn tá øll keypa hvør sítt. Um midnáttarleitið eru tríggir mans klárir at lata rakettirnar av. Ein teirra er tá 23 ára gamli Tummas Johannesen.
Eisini hann hevur fingið eina av teimum stóru Shogun-kúlunum. Tá fest verður í fjúsið, skjýtur fýrverkið seg uppundir hondina. Tummas uppdagar als ikki, hvat er hent. Hann merkti onki. Ikki fyrr enn hann sær alt blóðið. Tá heldur hann, at hann hevði mist lítlafingur, sum bara hongur niður eftir hondini. Í fyrstani hildu tey ikki, at hann var so illa brendur um andlitið - at tað svarta var krút. Men eisini í ovaru helvt av andlitinum er hann illa brendur.
Sjúkrabilurin kemur eftir Tummasi. Hann fær eitt spenni um armin so hann ikki skal bløða so illa, og verður síðani koyrdur á skaðastovuna. Har verður hann reinsaður, hondin forbundin og síðani sendur heim.
Tveir dagar seinni fer hann í røntkuna. Høgra hond hevur fimm brot. Fáar dagar aftaná verður hann lagdur undir skurð, men skurðviðgerðin eydnast ikki so væl. Tann eini fingurin er skeivur og ein annar riggar ikki.
Fyri stuttari tíð síðani varð Tummas sendur til Danmarkar, har hann aftur varð lagdur undir skurð. Nú er ein jarnskinnari lagdur inn í handarbakið. Frammanundan vóru beinini ov veik. Um hann boygdi hondina, so brotnaðu beinini aftur. Eitt stórt arr fer allan vegin oman eftir handarbakinum og niður eftir longutong.
Orsakað av óhappinum hevur Tummas verið óarbeiðsførur síðani nýggjárið. Hann fekk gjørt útbúgvingina sum maskinsmiðjur lidna tað fyrsta hálva árið, tí honum vantaði skúlagongdina. Men enn hevur hann ikki verið aftur til arbeiðis hjá FJM í Runavík.

---

Bæði Kristian og Tummas eru samdir um, at teir eru hepnir. Hepnir at tað ikki hendi nakað, ið verri var. Teir hava báðir fingið at vita, at Tummas saktans kundi staðið uttan hond, og hjá Kristiani kundi verið heilt illa statt, um hann ikki varð tveittur afturav.
- Beint eftir óhappið hugsar ein sjálvandi nógv um tað, sum hendi. Hvat annars kundi hent, og hvussu tingini kundu endað verri, sigur 17 ára gamli Kristian Olsen.
Sárini hjá honum eru væl grødd. Á høgra kjálka er eitt umleið 5 cm langt arr. Um ein fer heilt nær, so síggjast nakrir lítlir krútblettir í andlitinum.
Kristian var rættiliga illa plágaður av høvuðpínu ta fyrstu longu tíðina. Sjónin var eisini eitt sindur tokut, men hann kom fyri seg aftur og kundi so byrja aftur í skúlanum.
- Tað ringasta hjá mær var, at eg var so hovin, og at eg hevði hol á kjálkanum. Eg fekk ikki flent. Nógv materia var rundanum holið, sum storknaði. So tá eg flenti, so fekk eg ilt, greiðir Kristian frá.

Grøddi skjótt
Hjá Tummasi grøddu sárini í andlitinum skjótt. Hann metir, at tað gingu eini 14 dagar, so var tað ringasta vekk.
- Við hondini helt eg, at tað mundu fara at ganga eini seks vikur, so slapp eg aftur til arbeiðis. Men so var ikki, sigur Tummas.
Frá fyrstu skurðviðgerðini til hesa, sum hann var til í november, gingu 11 mánaðir. Hann er tó optimistiskur nú, og vónar at kanska vera sloppin aftur til arbeiðis í februar. Men enn vantar honum eina skurðviðgerð.
- Eg eri mest argur um, at eg bara standi í stað, onki fái gjørt og ikki fái forvunnið nakað.
Hann fær ikki lyft nakað tungt, og ætlanirnar um at søkja inn á løgregluskúla kunnu ikki fullfíggjast fyrr enn hondin er vorðin frísk.

Skjóta aftur
Sjálvt um báðir drongirnir fingu ein rættiligan skelk fyri einum ári síðani, so ætla teir eisini at skjóta fýrverk í ár. Tó eru teir báðir samdir um, at tað verður við størri fyrivarni enn seinast.
- Fyri meg kann tað gera tað sama, hvør skjýtur. Eg kann væl skjóta sjálvur, men eg leggi heldur onki í, um eg bara skal hyggja at. Eg vil bara sleppa at síggja fýrverkið, sigur Tummas.
Kristian, sum er púra samdur, leggur afturat:
- Eg elskaði at sleppa at skjóta fyrr. Men hesuferð verður tað so við meira skili. Tað nyttar í øllum førum ikki nakað at renna undan nýggjárinum.