Óhepnir í fiskiveiði

- Vit hava fingið nøkur tilboð um nýtt skip fyri Gullberg, men enn er eingin støða tikin, sigur reiðarin, Tummas Christophersen

Enn hevur P/F Jókin, sum eigur ísfiskatrolaran Sjaga­klett, ikki fingið annað skip fyri systirskipið Gullberg, sum bráddliga sakk á fiskileið hin 30. juli í ár.
Tummas Christophersen, reið­ari, sigur, at felagið hev­ur fingið tilboð um ymisk skip, sum kundu komið í fiski­skipaflotan fyri Gull­berg, men felagið hevur onga støðu tikið enn.
Sjagaklettur hevur ligið í eina tíð, har skipasmiðjan MEST hevur gjørt onkrar van­ligar umvælingar, og hesi arbeiði verða liðug í vikuni.
- Vit hava gjørt av, at Sjaga­klettur í fyrstu syfti fer at trola við lemmum og frysta veiðina umborð. Skip­ari verður Tórhallur Randrup, sum er royndur í leikum.
Reiðarin sigur, at P/F Jókin varð­veitir loyvi til annað skip fyri Gullberg í tvey ár, men í løtun dugir hann slett ikki at siga, um ella hvussu teir møgu­liga fara at brúka hetta loyvi.

Hava verið óhepnir
Tummas Christophersen dyl­ur ikki, at teir á ymiskan hátt hava verið óhepnir, síðan systir­skipini, Sjagaklettur og Gull­berg, komu til landið.
- Hetta vóru lutfalsliga nýggj og góð frystiskip, og tað vóru royndir og dugna­ligir menn, sum fóru undir hesa verkætlan. Allar fyri­treyt­ir vóru til steðgar, men eg noyðist at viðganga, at hepni hevur ikki verið á okk­ara síðu.
Reiðarin vísir á, at Sjaga­klett­ur og Vesturleiki hava verið á makrelveiði í heyst, men heldur ikki henda tíð­in royndist hjá skipi og mann­ing.