Tá Jermaine Jenas í 37. minutti, legði gestirnar úr Tottenham, á odda, sá út til at Spurs skuldu vinna sín fyrsta dyst móti Arsenal, síðan í 1999. Men Theo Walcott vildi tað ørðvísi, og við hepni javnaði hann við 11 minuttum eftir at spæla í.
Jenas skoraði heldur lættliga, tá Robbie Keane legði bóltin fyri føturnar á Jenas, so at hesin kundi leggja gestirnar á odda, áðrenn kvikleikin hjá Walcott, umframt eitt fitt vet av hepni, megnaði at vinna honum eitt útjavnandi mál, eftir at Lee Young-Pyo óheppin fekk bóltin á seg, og av honum í netmeskarnar, til útjavnandi málið.
Arsene Wenger valdi í hálvleikinum at skifta Johan Djorou og Robin Van Persie út, og í teirra støð komu Bacary Sagna og Eduardo.
Júst hesin Eduardo hevur seinastu tíðini veruliga banka hart á dydnar til besta liðið. Hesin ungi og serstakliga evnaríki Brasilski Kroatin hevur víst dygdir og umframt nakrar sublimar fríspælingar til liðfelagarnar, eisini hevur skotið heilt fitt av málum fyri The Gunners.
Tað var hesin júst umtalaði Eduardo, ið skuldi vísa seg at eiga uppleggið til útjavnandi málið, so ikki kann sigast annað enn at Wenger veit hvat hann ger, tá hann keypir ung talentir. Hann hevur eina rúgvu av ungum og sera lovandi stórtalentum, og fleiri eru longu á veg inn á Arsenal liðið. So spennandi verður at fylgja við hesum talentum í framtíðini.









