Á middegi í dag hevur Sosialurin funnið ein hepnan Sudoku vinnara. Vinnarin varð Hanna Joensen úr Signabø. Hon hevur ognað sær heili fýra atgongumerki til Summarfestivalin tvey til vaksin og tvey til børn. Somuleiðis fær Hanna eitt gávukort á 1000 krónur. Summarfestivalurin byrjar sum flestum kunnugt í dag, so tað er bara at skunda sær eftir atgongumerkjunum.










