Hepni, samanhald og hart arbeiði

Bara 15 ár eftir samanleggingina stendur EB/Streymur sum fremsta fótbóltsfelagið í landinum. Eitt úrslit av samanhaldi, miðvísum arbeiði og neyðuga hepninum, sigur formaðurin í felagnum

Fótbóltur

 

Hann tóktist ganga heldur seigliga millum viðhaldsfólkini.

Eingin ivi er um, at frøin hjá Rólanti Højsted var fult so stór, sum hon var tað hjá fjepparunum og spælarunum. Men onkursvegna lat formaðurin hjá EB/Streymi ikki við seg koma. Einmest mundi hann bara njóta løtuna og rómin, sum nú var veruleiki.

 

Hepni og hart arbeiði

Tað eru bara 15 ár síðani, at EB og Streymur kastaðu saman. Fyrsta árið gjørdi talan um uppflyting, men í 1995 var felagið aftur millum tey næstbestu. Okkurt av árunum eftir hetta var veruligur vandi fyri at flyta niður í táverandi triðju deild, men síðani 1999 hevur bara gingið ein veg.

Við Bergi Magnussen sum venjara sópaði liðið alla mótstøðu til viks í aðru deild, og síðani eru úrslitini stútt og støðugt betrað. Nakað sum tó illa letur seg gera í 2009.

Men hvat er loyndarmálið handan alt hetta, spurdu vit Rólant Højsted.

- Ítróttarliga fingu vit nakrar góðar spælarar upp gjøgnum yngru árgangirnar hjá okkum, og hesar hava vit roynt at bygt liðið rundanum. Síðani hava vit arbeitt hart í felagnum fyri at styrkja karmarnar hjá liðnum, og so hava vit eisini styrkt hópin við nøkrum góðum spælarum uttanífrá. Og eg haldi tað er tann blandingin, sum hevur borið okkum hartil, sum vit eru í dag, sigur Rólant Højsted.

 

Góð samanlegging

EB/Streymur er hvørji fyrsta ella seinasta samanleggingin av fótbóltsfeløgunum í Føroyum. Men fram um aðrar av slagnum, so tykist søgan kring nú bláa og svarta liðið at vera ein treytaleys succés-søga. Nakað sum Rólant Højsted heldur kemst av miðvísum arbeiði.

- Fyrst og fremst ráddi um at samansjóva fólkið í økinum at taka undir við nýggja felagnum, og har hevur móttøkan verið ótrúliga góð. So tað er eitt málrættað arbeiði, sum er framt alla tíðina.

Men høvdu tit í 1993 droymt um, at tit bara 15 ár seinni skuldu standa sum besta liðið í landinum?

- Slettis ikki. Men tað hevur kortini gingið støðugt framá síðani tá, og so hava vit sum sagt verið hepnir við nøkrum góðum árgangum av spælarum. Og góða undirtøkan frá fólkinum hevur so eisini gjørt tað lættari at arbeiða hjá okkum í nevndini, sigur Rólant.

Støðuga tosið – ikki bara í ár men síðani 2006 – hevur verið, at skinnið skuldi ikki seljast, fyrr enn bjørnan varð skotin. Nú er bjørnin skotin, men spælararnir tykjast ikki vita, hvat skal gerast við skinnið. Hava tit í felagnum fyrireikað nakað til í kvøld?

- Tað hava vit ikki. Men eg rokni við, at vit fara at hava eina hugnaløtu í Streymnesi. Tað fer neyvan at standa á at fáa hjálp til at stápla okkurt upp á beinini í kvøld, sigur fegni formaðurin at enda.