Hepni kostaði honum lívið

43 ára gamli lottovinnarin, Abraham Shakespeare, er funnin myrdur, jarðaður undir betongleivdum. Seinasta hósdag varð lottovinnarin, Abraham Shakespeare, funnin deyður og jarðaður í einum bakgarði í Plant City í Florida.

Í 2006 vann hann 100 miljónir krónur, og sjálvur hevur hann sagt, at tað hevði verið betri, um hann ongantíð hevði vunnið hesar pengarnar.

Abraham Shakespeare hevur verið saknaður í níggju mánaðir, men familja hansara hevur vónað, at hann var rýmdur og lá og sólaði sær á onkrari strond í Karibia.

Men so var ikki, og seinasta fríggjadag fekk familjan at vita, at lottovinnarin er funnin myrdur.

Líkið varð funnið í betongleivdum í bakgarðinum hjá sjeikinum hjá eini kvinnu, sum hann hevði givið eina miljón dollarar.

- Eg vildi ynskt, at eg ongantíð hevði vunnið hasar pengarnar. Eg hevði tað betri uttan. Soleiðis segði Shakespeare við meg, sigur ein vinmaður hjá honum, Robert Earl Brown.

Abraham Shakespeare var so gott sum analfabetur og hevði eina kriminella fortíð. Hann arbeiddi sum hjálparmaður upp á lastbilar og búði heima hjá mammu síni.

Hann keypti vinnaraseðilin í einum handli í bygdini Frostprof.

Men lívið hjá honum fekk ikki ta vend, sum hann hevði væntað, at 100 miljónir krónur fóru at føra til. Vinfólk hjá honum siga, at hin 43 ára gamli skilti ikki tað, sum hendi og skilti heldur ikki, at pengarnir góvu honum eitt verri lív.

- Eg helt meg hava nakrar vinir, men sá, at tað bert vóru pengarnar, tey vóru úti eftir, segði hann ofta.

Løgreglan veit í løtuni ikki, hvør hevur gjørt av við lottovinnaran, og enn er eingin tikin í málinum.