Sunnunáttina hendi eitt ferðsluóhapp á Vatnavegnum í Vágoynni. Ein bilur við tveimum ungum gentum fór av ókendum orsøkum út av vegnum og rendi við síðuni inn í ein stóran stein. Bilurin fór illa, men genturnar fingu lítlan og ongan skaða.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Miðvági sigur, at genturnar vóru hepnar at sleppa so væl frá óhappinum.
? Bilurin fór í knús, so tær vóru sera hepnar, sigur vakthavandi.
Okni bendir á, at ov nógv ferð ella rúsdrekka vóru orsøkin til óhappið. Løgreglan er tó ikki liðug at gera kanningar í málinum, men fyribils er orsøkin altso ókend.










