Hentur bólkur

Ein bólkur á Facebook er kanska í hesum døgum eitt sindur hentari, enn aðrir.

Tað kemur meira enn so fyri, at fólk missa ymiskt burtur á ólavsøku, tað kann vera taskur troyggjur, ella ymiskt tilhoyr til føroyska búnan.

 

Og tá summi missa, so hendir tað meira enn so, at onnur finna.

 

Á Facebook er ein bólkur, ið nevnist "Burturmist á ólavsøku 2013.

 

 

Her eru bæði eftirlýsingar og lýsingar. summi sóknast eftir tí, ið mist er, meðan onnur lysa í bólkinum, at tey hava funnið brosjur, húgvur og annað.

 

Og óivað hendir tað, at eigari og finnari finna  hvør annan, so rætti eigarin fær aftur tað, ið hann av røttum eigur.