Í bóklinginum verða ein røð av viðurskiftum, sum hava áhuga á flestu starvsplássum, lýst nærri. Greitt verður til dømis frá, í hvønn mun ein arbeiðsgevari hevur rætt til at kanna internetnýtsluna hjá einum starvsfólki. Hvat eitt starvsfólk kann vænta sær av eini starvssamrøðu. Hvørjar skyldur ein arbeiðsgevari hevur mótvegis starvsfólkum, sum hava heimaarbeiðspláss. Nær talan til dømis er um kropsligan ella kynsligan ágang, happing o.s.fr
Harumframt verður eisini greitt frá meir yvirskipaðum viðurskiftum, so sum lóggávu, sáttmálum o.ø. Hóast onkur av evnunum eru nakað turrislig, er málbunin óvanliga snøggur og lættlisin fyri ein bólkling av hesum slagi.
Bóklingurin, ið er ókeypis, fæst umvegis heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum, www.industry.fo